Fylgjarar skulu ikki rinda koronugjald

bannari
Fylgjarar skulu ikki rinda koronugjald
Lógin um, at øll, sum koma til Føroya, skulu rinda 312 krónur fyri koronukanning, kemur í gildi í morgin
Lógin um koronugjaldið kemur í gildi í morgin, og hon fer úr gildi á nýggjárinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
30.09.2020 - 08:44

Fíggjarnevndin hjá løgtinginum leggur dent á, at tey, sum fylgja sjúklingum av landinum, skulu ikki rinda fyri koronukanning, tá tey koma aftur til Føroya.

Í morgin kemur í gildi lógin, sum áleggur øllum at gjalda 312 krónur fyri koronukanning, tá tey koma til Føroya.

Men undantiknir eru sjúklingar, sum fara uttanlands til viðgerðar. Uttanlandstænastan hjá Sjúkrahúsverkinum rindar fyri tey.

Og ætlanin er eisini, at hetta er galdandi fyri fylgjarar. Fíggjarnevndin leggur í sínum áliti dent á, at so er. 

Lógin, sum fer at virka í morgin, fer úr gildi aftur 1.januar næsta ár.

Flutningsfeløgini krevja gjøldini

Flutningsfeløgini, so sum Smyril Line og Atlantic Airways, ella umboð teirra krevja inn gjaldið.

Taks krevur pengarnar frá teimum, sum koma til Føroya við stuttleikabáti ella við fiskifari.

Higartil hevur landið goldið fyri allar hesar kanningarnar.

Latnar eru 23 mió. kr. í eykajáttan til kanningarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981