Semingsroyndin heldur fram

Semingsroyndin heldur fram
Semingsmenninir halda fram við semingsroyndini millum felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum og Lønardeildina
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.09.2020 - 09:39

Semingsroyndin hjá felagnum føroyskum Sjúkrarøktarfrøðingum og Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum helt fram klokkan níggju í morgun.

Semingsroyndin hjá Semingsstovninum byrjaði í gjár klokkan tíggju, og vardi til klokkan ellivu í gjárkvøldið.

Semingsstovnurin varð boðsendur fyri góðari viku síðani, tí Fíggjarmálaráðið og felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum kunnu ikki semjast um nýggjan sáttmála.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at enn er ov tíðliga at siga nakað um semingsroyndina, men fríggjadagin upplýsti hann, at langt er millum partarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772