- Tíðindi, mentan og ítróttur
Loyniferðamaður av landinum í morgin
Maðurin, sum kom til Føroya við skipi sum loyniferðafólk fyri einari viku síðani, fer av landinum aftur í morgin.
Maðurin varð í Føroya rætti mánadagin fongslaður í átta dagar, meðan løgreglan kannaði málið.
Hann er komin til Føroya við einum skipi, uttan tó at vera partur av manningini.
Maðurin verður latin donskum myndugleikum, sum skulu kanna, hvaðani maðurin er. Hildið verður, at hann er úr Ghana. Tá tað er staðfest, senda danskir myndugleikar mannin heimaftur.
Mál um friðskjól
Løgreglan hevur eisini kannað eitt mál, har ein kinesari hevur biðið um friðskjól í Føroyum.
Men skal biðjast um friðskjól í Føroyum, skal tað gerast í Danmark.
Kinesarin verður tí sendur til Danmarkar, so hann kann søkja har.
Í løtuni sita báðir menninir í arrestini í Mjørkadali.