- Tíðindi, mentan og ítróttur
Krím og corona tvífalt so skaðiligt
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/influ.jpg?itok=ihOB92aR)
Tað vísir ein kanning av sjúkutilburðum í Bretlandi frá januar til apríl í ár, sum er almannakunngjørd í British Medical Journal.
- Kanningin vísir heit greitt, at gerast fólk sjúk av krími, og samstundis fáa koronu, so kann støðan gerast hættislig. Aðra sjúkuna kunnu vit verja ímóti, og tað hevur alstóran týdning, sigur enski varaheilsumálaráðharrin, Jonathan Van-Tam.
Hann sigur, at 19.200 fólk vórðu við í kanningini, og vórðu kannað bæði fyri krím og fyri korona. Kanningin vísti, at um fólk fingu báðar sjúkranar samstundis, so var møguleikin 2,27 ferðir so høg fyri at doyggja, í mun til um fólk bert fingu korona.
Bretsku tølini eru við til at prógva, hvussu týdningarmikið tað er hjá fólki at lata seg koppseta ímóti krími, sjálvt um tann heilivágurin ikki er nøkur averandi trygd ímóti at fólk gerast sjúk, sigur enski varaheilsumálaráðharrin.