- Tíðindi, mentan og ítróttur
1.mars 2021 í staðin fyri kunngerð
1.mars 2021 í staðin fyri kunngerð
Rættast er at áseta ein dag, tá lógin fer úr gildi, sigur Trivnaðarnevndin
26.09.2020 - 09:54
Rættast er at áseta ein dag, tá lógin fer úr gildi.
Og tann dagurin skal vera 1.mars næsta ár, sigur Trivnaðarnevndin hjá løgtinginum.
Talan er um lógina um, at fólk á privata arbeiðsmarknaðinum, sum skulu í sóttarhald, fáa dagpengar.
Í uppskotinum hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrikvinna, stendur, at lógin verður sett úr gildi við kunngerð.
Men Trivnaðarnevndin heldur, at dagur skal setast á. Og tann dagurin er, sambært nevndini, 1.mars 2021.
Gamla lógin fór úr gildi 31.august. Nýggja lógin kemur í gildi 1.september.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV