- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tríggir tilburðir staðfestir í gjár
Tríggir tilburðir staðfestir í gjár
Eitt fólk liggur á koronudeildini í sjúkrahúsverkinum
23.09.2020 - 09:40
Tríggir koronusmittutilburðir vórðu staðfestir í gjár.
Og nú er eitt fólk á sjúkrahúsi í sambandi við koronusmittu, sigur Heilsumálaráðið.
Ein av teimum trimum smittaðu er ein næmingur á skúlanum við Løgmannabreyt.
Næmingurin hevur ikki verið í skúla síðani mánadagin, og flokkurin, sum næmingurin gongur í, nú sendur til hús og skal kannast fyri koronu, sigur Jón Kragesteen, varaskúlastjóri í skúlanum í Løgmannabreyt.
Talan er um einstakan tilburð sum ikki ávirkar restina av skúlanum siga tey frá skúlanum á Løgmannabreyt.
Gjørdar eru 121.107 kanningar í Føroyum. Í gjár vórðu 1675 kanningar gjørdar.
35 fólk eru nú smittað í Føroyum.
94 fólk eru í sóttarhaldi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV