- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lukasjenko farin undir nýtt forsetaskeið
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/lukasjenko2_2.jpg?itok=hPhteY1B)
Forsetin í Hvítarusslandi, Aleksandr Lukasjenko, tók í dag við nýggjum forsetaskeiði.
Tað skrivar Reuters.
Tað var ikki alment boðað frá, at hátíðarhaldið skuldi verða í dag, og AFP-tíðindastovan skrivar, at hátíðarhaldið var hildið loyniligt.
Sambært AFP vóru fleiri vegir í høvuðstaðnum, Minsk, brádliga stongdir, og bilafylgi hjá Lukashenko koyrdi gjøgnum býin.
Hetta fekk fleiri miðlar at halda, at forsetin skuldi takast í eið loyniliga fyri at forða fyri mótmælisgongum.
Lukasjenko heldur fram í forsetasessinum, hóast skuldsetingar hava verið um valsvik á forsetavalinum í august, har Lukasjenko tilnevndi seg sjálvan sum sigursharra við meira enn 80 prosentum av atkvøðunum.
Hann hevur longu sitið sum forseti í 26 ár.