- Tíðindi, mentan og ítróttur
Marknaliðini til tvey grannalond verða stongd
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/lukasjenko.jpg?itok=fnVmGzBz)
Hvítarussiski forsetin, Aleksandr Lukasjenko, hevur givið boð um at steingja markið til tvey av grannalondunum vestanfyri, Litava og Pólland.
Sambært forsetanum er ein stórur partur av verjuni sendur at vera á varðhaldi við markið. Og samstundis verður eftirlitið hert á markinum millum Hvítarussland og Ukraina.
Hetta hevur við sær, at forsetin gjørt av at minka um virksemið hjá trygdardeildunum í býunum í Hvítarusslandi, har nógv mótmæli eru.
- Talan er um eitt neyðugt stig, sigur Lukasjenko.
Í eini røðu á einum kvinnufundi í Minsk í gjárkvøldið, kom hann við eini beinleiðis ávaring til fólkið í teimum trimum grannalondunum.
Kunnu elva til kríggj
Hann heitti á tey um at steðga politikarunum, so teir ikki elva til kríggj, skrivar DPA.
Í gjárkvøldið kundi ein talsmaður fyri pólsku stjórnina ikki vátta, at markið millum londini varð stongt, skrivar Reuters.
Í Litava sigur ein talsmaður fyri myndugleikarnar, at virksemið á markinum til Hvítarusslands er sum vanligt.
Pólland og Litava hava seinastu tíðina lagt diplomatiskt trýst á Lukasjenko, forseta, og m.a. hava Estland, Lettland og Litava sett týðandi fólkum í Hvítarusslandi forboð fyri at koma um markið. Teirra millum er Lukasjenko, forseti, skrivar Ritzau.