- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri ungfólk kolsúrniseitrað í veitslu í Oslo
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/politi_2.jpg?itok=MHdk5oix)
Hildið verður, at orsøkin til kolsúrniseitranina er ein diesel-ljósmotorur, sum varð brúktur í veitsluni. Sambært norsku løgregluni, er talan um tekno-veitslu, sum varð hildin í holuni, sum bert hevur eina útgongd, sum er 1 metur til støddar. Tilsamans kundu upp í 200 fólk verða við í veitsluni.
Sjey persónar fáa viðgerð á sjúkrahúsi nú, - og tveir teirra eru løgreglufólk.
- Hetta kundi verið verri. Amfetamin, MDMA, kokain og rúsdrekka vórðu eisini nýtt í veistluni, sigur Arve Røtterud, løgreglumaður við blaðið VG.
Ein patrulja hjá løgregluni sá fyrst fleiri ung ganga í ørviti uttanfyri holuna. Stutt eftir vórðu sjey ung fólk funnin, sum lógu uttan vit. Á Twitter heitir Universitetssjúkrahúsið í Oslo á tey, sum vóru í veitsluni og halda seg verða eitrað, um at fáa hjálp.
Tey, sum skipaðu fyri veitsluni, eru á ólógligan hátt komin inn í holuna, sum var stongd, skrivar nrk. Mátingar hava nú víst, at bert 16 prosent av súrevni var eftir inni í holuni.