- Tíðindi, mentan og ítróttur
Korona umborð á Norrønu
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2020-06-17-11h28m33s277.png?itok=Rlhxh413)
Tvey ferðafólk, sum eru á veg til Íslands hava fingið staðfest Korona umborð á Norrønu.
Tey bæði smittaðu ferðaðust saman.
Tey blivu, eins og øll onnur ferðafólk, kanna fyri korona í Hirtshals, áðrenn tey sluppu umborð á Norrøna.
Tey ferðandi hildu seg fyri seg sjálvi áðrenn úrslitið bleiv greitt, og hava tí ikki verið í samband við onnur umborð.
Tí hevur ikki verið neyðugt hjá øðrum ferðandi ella starvsfólkum at fara í sóttarhald.
Ferðafólk og starvsfólk eru kunnaði um tilburðirnar og biðin um at vísa serliga ans fyri sjúkraeyðkennum næstu dagarnar, og lata seg kanna um, um tey hava illgruna um, at tey eru smittaði.
Norrøna kom til Havnar í morgun og fór víðari til Íslands klokkan tvey í dag.