5.800 fólk í Svøríki deyð av korona

5.800 fólk í Svøríki deyð av korona
5.800 fólk eri í Svøríki deyð av korona, og tað er nógv hægri enn í hinum norðurlondunum
 
23.08.2020 - 14:39

Svøríki hevði eina aðra skipan, enn onnur lond, tá koronasmittan fór at gera um seg, og tað merkist nú í svensku hagtølunum.

Fyrstu seks mánaðirnar doyðu 4.500 fólk av korona í Svøríki.

Fyrstu seks mánaðirnar doyðu næstan 52.000 fólk í Svøríki, og tað er hægsta talið síðani í 1869 tá 55.431 fólk doyðu, tey flestu av hungursneyð.

Fleiri svenskir miðlar endurgeva svensku hagstovuna, sum hevur gjørt tølini upp.

Fyri 150 árum síðani búðu 4,1 milliónir fólk í Svøríki. Í dag búgva 10,3 milliónir fólk í landinum.

Koronakreppan hevur gjørt við sær, at fyrstu seks mánaðirnar vaks fólkatalið í Svøríki við 24.800 fólkum, og tað er lægsti vøkstur síðani í 2005.

Verða juli og august tiknir við, so eru 5.800 fólk í Svøríki deyð av korona, og tað er nógv hægri enn í hinum norðurlondunum, sum settu strong tiltøk í verk, fyri at basa koronasmittuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946