- Tíðindi, mentan og ítróttur
Beint úr Eysturoynni og Norðoyggjum á flogvøllin
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/ferdafolk_og_vaga_floghavn-9.jpg?itok=ZWUODUAY)
Kanska fara bussar at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin á flogvøllin.
Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sum hevur svarað spurningum frá Jóhannisi Joensen, løgtingsmanni.
Jørgen Niclasen sigur, at Strandfaraskip landsins upplýsa, at umhugsað verður at økja tænastuna á leiðunum 300 og 400 og møguliga gera eina snarleið til flogvøllin, tá Eysturoyartunnilin er liðugur.
Nýggj bíleggingarskipan og prísskipan verða royndar næsta ár.
Nógvir bilar við vatnið
Jørgen Niclasen sigur eisini, at ferðslan á landsvegnum við Sørvágsvatn ella Leitisvatn er vaksin okkurt um 40 prosent frá 2010 til 2019.
Har koyrdu i miðal 3.200 bilar um samdøgrið.
Men hetta talið er minkað niður í 2.300, síðani korona kom.