- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jóanes Erik stjóri í grønlendska heilsuverkinum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/joanis_erik_kotlum.png?itok=l1U6LqnH)
Fyrrverandi stjórin í Sjúkrahúsverki Føroya, Jóannes Erik Køtlum, skal nú vera stjóri í grønlendska heilsuverkinum.
Tað skrivar grønlendski miðilin, Sermitsiaq, í dag.
Jóannes Erik Køtlum hevur fyrr sitið í leiðsluni fyri heilsuverkið í Grønlandi, Tað var frá 2013 til 2016. Tá var starvsheitið "styrelseschef." Nú er starvsheitið stjóri.
Forstjóri í Føroyum
Jóannes Erik Køtlum var settur sum forstjóri í Sjúkrahúsverki Føroya í januar 2018, men hann segði seg úr starvinum longu í mars árið eftir.
Grønlendska heilsustýrið sigur sambært Sermitsiaq, at Jóannes Erik Køtlum skal stýra grønlendska heilsuverkið gjøgnum koronukreppuna og menna tænastur, har sjúklingurin er fremstur í huga.