- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ætlar sær heim aftur til Hvítarusslands
Andstøðuleiðarin í Hvítarusslandi, Svetlana Tikhanovskaja, ætlar at fara heim aftur til Hvítaruslands. Tað siga vinfólk hennara við BBC.
Svetlana Tikhanovskaja rýmdi úr Hvítarusslandi eftir forsetavalið næstseinasta sunnudag, og síðani hevur hon verið í Litava.
Fer hon heim aftur, fær andstøðan í landinum nýggja megi í stríðnum at fáa Lukasjenko, forseta, at leggja frá sær.
ES viðger støðuna
Hon hevur heitt á ES um ikki at góðkenna forsetavalið í Hvítarusslandi. Tað gjørdi hon í eini røðu á netinum upp undir fundin, sum stjórnarleiðararnir í ES skulu hava um støðuna í Hvítarusslandi í dag.
Leiðararnir í ES skulu m.a. umrøða tiltøk ímóti Lukasjenko, og framferðina hjá honum ímóti andstøðuni eftir valið.
Fólk í túsundatali hava verið í gøtunum í høvuðstaðnum, Minsk, síðani forsetavalið, og andstøðan hevur mælt til verkfall, sum veksur í vavi hvønn dag.
Herurin tilbúgvin
Samstundis hevur Lukasjenko, forseti, givið herinum boð um at vera tilbúnan við markið vestureftir.
Tað er neyðugt eftir nógvu atfinningarnar úr øðrum londum, segði forsetin á fundi í hvítarussiska trygdarráðnum í gjár.
Hann skuldsetti samstundis andstøðuna fyri at royna at gera statskvett í landinum.