- Tíðindi, mentan og ítróttur
Døglingar gjørt landgongd í Sandvík
Døglingar gjørt landgongd í Sandvík
Tá døglingur sjálvur ger landgongd, er loyvt at drepa hann
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/doglingur.jpg?itok=tO4Ltfcl)
Seks døglingar gjørdu landgongd í Sandvík í morgun
17.08.2020 - 11:45
Seks døglingar gjørdu um hálvgum tíggju tíðina í morgun landgongd í Sandvík.
Johnny Olsen, grindaformaður í Sandvík, upplýsir, at talan er um seks stórar døglingar, ið verða býttir til fólkið í Hvalbiar sókn.
Døglingur er friðaður, og tí er ikki loyvt at reka teir upp á land, men tá teir sjálvir gera landgongd, er loyvt at drepa teir.
Av tí at døglingur ikki er fevndir av grindalógini, er tað gomul siðvenja, ið staðfestir, hvussu farast skal fram, tá ið hann ger landgongd, upplýsir Jaspur Vang, sýslumaður í Suðuroynni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV