Elstu flokkarnir í Havn ikki í skúla týsdagin

bannari
Elstu flokkarnir í Havn ikki í skúla týsdagin
Skúlarnir í høvuðsstaðnum verða raktir av koronafarsóttini, tí elstu flokkarnir mugu bíða - í fyrstu atløgu eina viku.
 
16.08.2020 - 14:48

Sum fráboðað, so byrja allir fólkaskúlar aftur týsdagin 18. august. Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur tó eftir tilráðing frá ráðgevandi bólkinum tikið avgerð um, at ávísar tillagingar skulu setast í verk í Tórshavn hesa fyrstu vikuna. Hetta inniber, at í stóru skúlunum í Tórshavn skulu næmingar í forskúlanum og næmingar í 1. til 5. flokki møta sum vanligt, meðan næmingar í 6. til 10. flokki (Námx) byrja skúlagongdina 24. august. Skúlarnir, talan er um, eru:

· Skúlin við Løgmannabreyt

· Hoyvíkar skúli

· Eysturskúlin

· Skúlin á Argjahamri

· Sankta Frants skúli

· Skúlin á Fløtum

 

- Støðan aðrastaðni í landinum hevur eisini verið til viðgerðar, men her verður ikki mett, at serlig tiltøk skulu setast í verk í sambandi við skúlaársbyrjan. Høvuðsgrundgevingin fyri hesi avgerð í Tórshavn er smittustøðan í økinum og at minka um sannlíkindini fyri øktari smittuspjaðing, soleiðis at rætta gongdin í løtuni ikki vendir, skrivar Mentamálaráðið í tíðindaskrivi. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463