- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja loyva foreldrum við fyrsta skúladag
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/fyrsti_skuladagur1.png?itok=CyZaw9bW)
Hóast tilmælið hjá Undirvísingarstýrinum er, at foreldur ikki sleppa inn á skúlarnar, hava fleiri av teimum stóru skúlunum í Havn ætlanir um at lata foreldrini at børnum, sum fara í forskúla og 1. flokk, sleppa við fyrsta skúladag.
Tað er ikki ráðiligt at fylgja tilmælunum, siga fleiri skúlaleiðarar.
Onnur halda, at tað ber til at fylgja tilráðingunum, um dagurin verður lagdur til rættis eftir tí.
Kenna hvørki skúla ella lærarar
Børnini kenna hvørki skúlan ella lærarar, og teir skúlaleiðarar, sum útvarpið hevur tosað við, eru á einum máli um, at tað kann skaða skúlagongdina hjá barninum, um tað fær eina byrjan, sum er so ótrygg.
- Er tað ov vandamikið, eiga vit heldur bíða við at lata skúlarnar upp, heldur onkur av skúlaleiðslunum, sum útvarpið hevur tosað við.
Undirvísingarstýrið fer á fund seinnapartin, og har verður hetta málið eisini umrøtt sigur Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum.