- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava brotið inn og fest í
Hava brotið inn og fest í
Politiið hevur tryggjað sær spor, men vil fegið frætta meira um eldsbrunan í Lítlaskógi í Havn í nátt
30.07.2020 - 11:50
Klokkan tíggju minuttir í tvey í nátt fekk politiið fráboðan um, at eldur var í dagstovninum Lítlaskógi í Djóna í Geil gøtu i Havn.
Brandávaringin í stovninum hevði boðað frá á Brandstøðini.
Onkur hevur brotið ein rút í dagsstovninum og hevur fest í í tveimum støðum inni, millum annað í einum ruskílati.
Hava tryggjað sær spor
Men eldurin fekk ikki stundir at breiða seg.
Politiið hevur tryggjað sær spor á staðnum og hevur fingið onkra fráboðan, men vil fegið frætta frá fleiri fólkum, sum halda seg hava sæð ella hoyrt okkurt.
Fólk í grannalagnum hjá Lítlaskógi eru avhoyrd fyrrapartin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV