- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tvey harðskapsmál og fleiri koyrdu ov skjótt
Um fýratíðina leygarmorgunin vóru tveir mans komnir upp at táttast.
Tann eini maðurin varð skallaður og noyddist á skaðastovuna.
Maðurin fekk skaða av hendingini, og skal til víðari kanningar á sjúkrahúsinum í morgin.
Politiið veit, hvør framdi harðskapin, og viðkomandi verður avhoyrdur og skuldsettur seinni.
Um tveytíðina í morgun komu tveir mans til ilnar í náttarlívinum í Havn.
Tað endaði við, at tann eini maðurin fekk ein frammaná, og eins og í fyrra harðskapsmálinum, endaði maðurin á skaðastovuni.
Politiið veit eisini í hesum føri, hvør framdi harðskapin, og viðkomandi verður avhoyrdur og skuldsettur seinni.
Bilførarar fingu treytaða frádøming av koyrikortinum
Løgreglan hevur eisini verið úti í ferðsluni um vikuskiftið.
Seinnapartin í gjár var politiið og gjørdi ferðmátingar á einum vegastrekki, har tað ofta verður boðað frá, at bilførarar koyra ov skjótt.
Talan er um Glyvursveg á Argjum. Loyvt er at koyra 50 kilometrar um tíman á hesum vegastrekkinum.
Politiið gjørdi ferðmátingar í tveir tímar, og steðgaði heili tíggju bilførarum.
Átta bilførarar fingu klipp í koyrikortið, og tveir bilførarar fingu treytaða frádøming av koyrikortinum.
Ein treytað frádøming av koyrirættindunum merkir, at tú kanst varðveita rættin at koyra bil, treytað av, at tú stendur eina eftiransandi koyriroynd, t.v.s. eina vanliga ástøðiroynd og eina koyriroynd, áðrenn tríggir mánaðir eru gingnir.
Somuleiðis kann tú varðveita rættin at koyra bil, um tú innan komandi trý árini ikki brýtur ásetingar í ferðslulógini, sum hava við sær treytaða ella treytaleysa frádøming. Hesi trý árini eru sostatt at rokna sum royndartíð.
Skjótasta ferðin, sum politiið máldi á Glyvursvegi um vikuskiftið, var 88 kilometrar um tíman.