- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dømdur at rinda endurgjald
Ein maður um 30 ár, sum í Føroya rætti er dømdur tvey ár og tríggjar mánaða fongsulsreving fyri neyðtøkuroynd, er eisini dømdur at lata kvinnuni, hann er dømdur fyri at royna at neyðtaka, slakar 67.000 krónur í endurgjaldi.
Maðurin er dømdur fyri, at hann við harðskapi ella við hóttan um harðskap royndi at noyða ein unga kvinnu til samlegu úti á einum vegi og í einum garði í Havn, eftir at hava elt hana.
Hetta eydnaðist tó ikki, tí kvinnan gjørdi mótstøðu og slapp sær undan. Maðurin noktaði seg sekan í ákæruni um neyðtøkuroynd.
>> SÍ EISINI Dømdur fyri neyðtøku
Hendingin var í september í fjør. Maðurin hevur verið í varðhaldi til hann varð dømdur í farnu viku. Hann er mentalkannaður. Maðurin tók við dóminum.
Maðurin kemur sambært Rættarlæknaráðnum undir greinina í revsilógini, sum loyvir aðrari revsing enn fongsul, men ráðið kann ikki vísa á annað og betri enn vanliga revsing til tess at fyribyrgja framtíðar lógarbrotum.
Maðurin er fyrr dømdur fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd.