- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hundalív: bítandi og goyggjandi hundar
Hundalív: bítandi og goyggjandi hundar
Ein hundur beit í gjár eina átta ára gamla gentu
12.07.2020 - 16:13
Ein hundur beit í gjár eina átta ára gamla gentu.
Hetta hendi í einari bygd í Tórshavnar kommunu.
Grannaklandur hevur verið um hundin, og tað var dóttir annan grannan, sum varð bitin.
Tann, sum eigur hundin, fær eitt sektaruppskot fyri at lata hundin vera leysan, sigur politiið.
Nógvar fráboðanir
Politiið fær nógvar fráboðanir um hundar, um leysar hundar og um hundar, sum eru úti og goyggja illa.
Um vikuskiftið klagaðu fólk í Klaksvík um ein hund, sum var í einari girðing og goyði illa.
Eingin var inni, men poltiið læt hundin fara inn, tí hurðin var ikki læst.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV