- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óvist um málið verður roynt í Hægstarætti
Maðurin hevur møguleika at royna avgerðina um revsingina í Hægstarætti. Hann hevur tvær vikur til at avgera, um dómurin skal í Hægstarætt.
Maðurin varð dømdur at vera á psykiatriskari deild í óavmarkaða tíð. Hin niðurstøðan er endalig, tí eitt nevningating í Føroya rætti tók hana.
>> SÍ EISINI Ungur maður varðhaldsfongslaður fyri drápsroynd
Maðurin, sum er sálarsjúkur, varð ákærdur fyri drápsroynd og grovan harðskap í fýra førum og vanligan harðskap í einum føri.
Hann varð dømdur fyri grovan harðskap í tveimum førum og vanligan harðskap í trimum førum. Hendingin, sum maðurin varð ákærdur fyri, var 22. juni í fjør.
Hann legði á eina kvinnu, sum arbeiðir á Psykiatrisku deild og gekk túr við honum á gøtuni við Sandá. Maðurin hevur verið í varðhaldi á Psykiatrisku deild í Havn alla tíðina síðani hendingina í fjør summar.