- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tók við viðgerðardómi
Tók við viðgerðardómi
Ein 35 ára gamal maður er dømdur fyri at hava havt annað kynsligt samband enn samlegu við eina 12 ára gamla gentu
29.06.2020 - 10:00
Føroya rættur hevur dømt ein 35 ára gamlan mann viðgerðardóm fyri at hava havt annað kynsligt samband enn samlegu við eina 12 ára gamla gentu.
Hetta hendi á einum sambýli í 2017, upplýsir ákæruvaldið. Maðurin varð ákærdur eftir grein 222 stk. 1 og 225 í revsilógini um annað kynsligt samband enn samlegu við barn yngri enn 15 ár.
Av tí at maðurin er menningartarnaður er hann dømdur viðgerðadóm í í mesta lagi trý ár, Almannaverkið skal hava eftirlit við honum, og hann skal eisini fáa vegleiðing í kynslívi.
Maðurin er eisini dømdur at rinda gentuni 25.000 krónur í endurgjaldi. Maðurin tók við dóminum, sigur Maria Korsgaard, ákæri.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV