- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ákærdur fyri samlegu við barn
Ákærdur fyri samlegu við barn
Ein maður miðskeiðis í 30-árunum skal í rættin í morgin
25.06.2020 - 15:19
Føroya rættur skal í morgin viðgera eitt mál móti einum 35 ára gomlum manni, ið skal hava havt samlegu við barn, sum er yngri enn 15 ár. Tað upplýsir ákæruvaldið.
Hetta skal vera hent í 2017 og tá var gentan 12 ára gomul. Maðurin er ákærdur eftir grein 222 stk. 1 og 225 í revsilógini, og maðurin kann verða dømdur upp í seks ára fongsul.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV