- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dømdur maður verður ikki varðhaldsfongslaður
Maðurin í 40-árunum, sum fríggjadagin bleiv varðhaldsfongslaður í Føroya rætti, eftir at verða funnin sekur í at hava misbrúkt stjúkdóttur sína kynsliga, er latin leysur í dag
Eystari landsrættur heldur ikki, at grundarlag ikki er fyri at hava mannin varðhaldsfongslaðan.
Vanligt er, at fólk verða latin leys, til tey skulu sita dómin. Men í hesum førinum metti dómarin í Føroya rætti, at leggjast skuldi upp fyri almennu rættarkensluni í Føroyum. Tí varð maðurin varðhaldsfongslaður, til hann skuldi sita dómin.
Maðurin kærdi tann partin av dómin, sum snýr seg um varðhaldsfongslina, til landsrættin.
Dómarin tók aðra avgerð
Tá dómarin í Føroya rætti hevði endurskoðað dómin mánadagin, kom hann til ta niðurstøðu, at grundarlag var ikki fyri varðhaldsfongsling.
Tað góðtók ákæruvaldið ikki, og kærdi nýggju avgerðina hjá dómaranum til Eystara landsrætt, og kravdi samstundis, at maðurin bleiv sitandi í varðhaldi, til landsrætturin hevði gjørt úrskurð í málinum.
Tað hevur landsrætturin gjørt í dag, og landsrætturin sigur, at maðurin lýkur ikki treytirnar fyri at vera varðhaldsfongslaður. Tí er hann latin leysur.
Maðurin er dømdur til eitt árs fongsul fyri fleiri ferðir at havt framt kynsligan ágang á stjúkdóttrina, tá hon var undir 18 ár.