Sakarmál hava kostað 800 mió. kr.

Sakarmál hava kostað 800 mió. kr.
Tað gongur illa hjá Fíggjarligum støðufesti at vinna sakarmál, sum eru reist í kjalarvørrinum av fíggjarkreppuni
 
23.06.2020 - 09:52

Tað hevur verið dýrt hjá Fíggjarligum støðufesti at rudda upp eftir bankakreppuna, sum byrjaði í 2007.

Fíggjarligt støðufesti, og harvið danski staturin, hevur brúkt 800 milliónir krónur til sakførarar og sakarmálskostnað í royndini at rudda upp, skrivar danska kringvarpið.

Tað eydnaðist eitt nú ikki Fíggjarligum støðufesti at fáa endurgjald frá leiðsluni í kollsiglda Eik-bankanum í Danmark, sum í gjár varð fríðkend í Hægstarætti.

Størri tap enn endurgjald

Fíggjarligt støðufesti varð dømt at rinda 38,3 milliónir til tryggingarfelagið AIG og fýra milliónir til Betri Trygging. Harumframt skal Fíggjarligt støðufesti gjalda 20 milliónir kr. í sakarmálskostnaði.

Tað hevur tó eydnast Fíggarligum støðufesti at fáa endurgjald í onkrum máli, men yvirhøvur hevur fíggjarliga tapið verið nógv størri enn samlaða endurgjaldið.

- Tað tykist sum dómarnir eru púra greiðir í málum, sum snúgva seg um leiðsluábyrgdina í kollsigldum bankum. Nú mugu politikkarar taka tøðu til, um lóggávan á økinum eigur at verða broytt,  sigur Jakov Ussing, serfrøðingur i vinnulívsmálum hjá danska kringvarpinum.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Fríggjadag 7. februar
Góðan morgun Føroyar
187465
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342