- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjey ára fongsul fyri kynsligan harðskap
Ein 34 ára gamal føroyingur er í rættinum í Randers dømdur sjey ára fongsulsrevsing fyri at hava framt kynsligan harðskap móti trimum gentum, sum vóru 10 - 13 ára gamlar.
Maðurin varð handtikin í desember í fjør, og hevur verið varðhaldsfongslaður síðani.
Hann játtar seg partvíst sekan.
Maðurin hevur gjørt seg inn á egnu dóttur sína, vinkonu hennara og eina gentu í familjuni.
Kynsligi harðskapurin fevnir um beinleiðis neyðtøku, til blygdanarskemd á netinum.
Og tað var júst video-kjatt við dóttrina og vinkonu hennara, sum avdúkaði mannin, tí foreldrini sóu, hvat hendi.
Harðskapur í trý ár
Kynsliga harðskapin móti gentuni í familjuni framdi maðurin frá 2010 til 2013.
Men tað var ikki fyrr enn gentan gjørdist varug við, at løgreglan kannaði málið við hinum báðum gentunum, at hon greiddi frá, hvat maðurin hevði gjørt við seg.
Undir kanningunum er løgreglan komin fram á fleiri aðrar tilburðir við kynsligum harðskapi, m.a. á sjónbondum, sum eru funnin heima hjá manninum.
34 ára gamli føroyingurin er dømdur sjey ára fongusl, hann hevur fingið forboð fyri at vitja í heimum, har børn eru, og børn sleppa ikki at vitja hann.
Maðurin skal eisini rinda gentunum endurgjald. Hann hevur biðið um umhugsunartíð at kæra dómin.