- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rætturin skal døma í harðskapsmáli
Føroya rættur hevur tikið upp til dóms eitt revsimál um serligan ráan og vandamiklan harðskap.
Ein maður í tríatiárunum er ákærdur fyri at hava roynt at koyrt á ein annan mann, sum stóð á einari gongubreyt í Klaksvik í fjør summar.
Hann rakti ikki mannin, men fór so úr bilinum og legði á hann, sigur ákærin, Mads Strandberg Pedersen, við Útvarpið.
Datt og skurslaði seg
Sambært ákæruni tók tann ákærdi um hálsin á hinum, sum datt og skurslaði seg.
Tann ákærdi noktaði seg sekan og krevur frídøming.
Tvey vitni umframt tann álopni vórðu avhoyrd í rættinum í gjár.
Orsøkin til hendingina í Klaksvík í fjør summar var, sambært tí, sum kom í rættinum, okkurt, sum tann órættaði hevði sagt um tann ákærda á einum portali.