- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sum á ólavsøku í nátt
Sera nógv fólk vóru í býnum í nátt og hugnaðu sær í góðveðrinum, sigur løgreglan. Á løgreglustøðini siga tey, at tað var sum á ólavsøku bæði í Havn og í samband við eystanstevnuna.
Sambært løgregluni varð einki atlit tikið at frástøðu, og tað vóru sera nógv fólk bæði innan fyri og uttan fyri skeinkistøðini.
Skeinkistøðini í Havn hava gjørt sínámillum avtalu um at hava opið til klokkan tvey. Hendan avtalan varð hildin sigur løgreglan, og tveir tímar seinni var býurin tómur.
Øðrvísi var á Skálafjørðinum, har skeinkistøðini valdu at hava opið sum vanligt, tað er til klokkan fýra. Úrslitið av hesum var, at fólk vóru munandi meira ávirkað og gingu og mólu til langt út á morgunin, sigur løgreglan.
Har mátti løgreglan eisini forða fyri at fólk fóru til hendurs. Almennu tilmælini siga, at skeinkistøðini skulu lata aftur klokkan 10. Men av tí at hetta bert eru tilmæli fær løgreglan ikki gjørt nakað við, at skeinkistøðini síggja burtur frá tilmælunum.