Stuðulin nærkast trimum milliónum

bannari
Stuðulin nærkast trimum milliónum
49 fyritøkur siga seg hava mist millum 60 og 100 prosent av umsetninginum
 
08.06.2020 - 08:44

Stuðulin úr landskassanum til fyritøkur, sum eru komnar illa fyri í koronutíðini, nærkast trimum millionum krónum.

Á middegi fríggjadagin hevði Taks avgreitt 60 umsóknir um stuðul sambært hjálparpakka tvey. Stuðulin var tá tvær milliónir og 936.000 kr.

Flestu fyritøkurnar, 49 av teimum 60, siga seg hava mist millum 60 og 100 prosent av umsetninginum.

Til fastar útreiðslur

Fyritøkurnar fáa stuðul til fastar útreiðslur, so sum húsaleigu, el, hita, rentur, trygging og fjarskifti.

Tær kunnu fáa í mesta lagi 80.000 kr. um mánaðin. Størsti stuðulin higartil er 214.012 kr. fyri ársfjórðingin. 

Nú fáa 1.833 fólk lønarískoyti frá Als sambært hjálparpakka eitt.Talið er nógv minkað. Tað hevur verið uppi á 4.320. Tað var 4.apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856