- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ákærur reistar
Ákæra er nú reist móti skiparanum á farmaskipinum, Mykines, og føraranum á glastrevjabátinum, Mars, í sambandi við samanstoytin í Skopunarfirði náttina 31. august í 2017.
Tað skrivar Sosialurin. Glastrevjabáturin við tveimum monnum umborð sakk og annar maðurin umborð kom ikki afturíaftur, hin varð bjargaður. Fýra vitni skulu avhoyrast, skrivar blaðið.
Neyðuga brúgvavaktin ikki hildin
Sambært innliti, sum Sosialurin hevur fingið, verður skiparin á Mykinesi ákærdur fyri, hesa náttina sum vakthavandi navigatørur á brúnni, ikki at hava tryggjað sær, at neyðuga brúgvavaktin allatíðina varð hildin.
Skiparin hevði heldur ikki lagt ferðina nóg væl til rættis og tryggjað sær, at siglt varð sambært góðum sjómansskapi. Førarin á glastrevjabátinum, Mars, sum yvirlivdi, er eisini ákærdur.
Sambært ákæruritinum, hevur hann ikki tryggjað sær, at neyðugt útkikk var, at øll neyðug útgerð var umborð og fyri ikki at hava siglt sambært góðum sjómansskapi, tí metta frástøðan til farmaskipið Mykines var skeiv.