Neistin fingið nýggjan venjara

Neistin fingið nýggjan venjara
Stefan Arnar Gunnarsson skal avloysa Trónd Kragesteen sum venjari hjá Neistanum
Neistin hevur fingið royndan íslendskan venjara
 
04.06.2020 - 13:57

Stefan Arnar Gunnarson eitur nýggi venjarin hjá Neistanum. 

Íslendingurin, sum er 42 ára gamal, avloysir Trónd Kragesteen sum venjari hjá besta mansliðnum hjá Neistanum. 

Hann skal eisini taka sær av 1. deild, d.18 og venja børn og ung hjá bláa havnarfelagnum. 

Drúgvar venjararoyndir

Arnar, sum hann verður nevndur, hevur verið venjari í yvir 20 ár, og hevur serliga vant ungar spælarar m.a. í Akureyri, Selfoss og HSG Krefeld í Týsklandi.

Neistin hevur mist fleiri lyklaleiklarar undan komandi kappingarári. Landsliðsmálverjin, Nicholas Satchwell, er farin til KA úr Akureyri, toppskjúttin, Dánjal Ragnarsson, skiftir til Skanderborg og Tróndur Mikkelsen fer til SUS Nyborg.

Stefan Arnar Gunnarsson hevur skrivað undir sáttmála við Neistan kappingarárið 2020/21.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519