Rúsviðgerð krevur góðkenning

Rúsviðgerð krevur góðkenning
Stovnarnir, sum veita rúsviðgerð, skulu nú søkja um góðkenning frá Heilsutrygd
Viðgerðarstaðið Heilbrigdi á Velbastað.
 
01.06.2020 - 09:47

Stovnarnir, sum veita rúsviðgerð, skulu nú søkja um góðkenning frá Heilsutrygd.

Kunngerðin um tað er lýst og komin í gildi. Lógin kom á nýggjárinum.

Sambært kunngerðini kann viðgerðarstovnur vera almennur stovnur, privatur stovnur ella sjálvsognarstovnur.

Serstøk viðgerðarætlan skal gerast fyri hvørt fólk, sum fer á viðgerðarstovn.

Útbúgving kravd

Viðgerðarstarvsfólkini skulu hava útbúgving, sum er góðkend í Íslandi, Noregi, Bretlandi, ella í ES-landi.

Harumframt skal í minsta lagi eitt starvsfólk vera løggildur sjúkrarøktarfrøðingur.

Lækni og sálarfrøðingur við løggilding skulu vera knýttir at viðgerðarstovninum.

Sambært kunngerðini skulu viðgerðarstovnar hava hóskandi høli, sum eru innrættað til endamálið. 

Fólk, sum eru til viðgerðar, eiga at hava egið kamar í tann mun, tað ber til, og altíð, um tey biðja um tað. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. januar
Morgunlestur fríggjadagur 17. januar 2025
186263
Hósdag 16. januar
RagnarRokk 16.januar 2025
185760
Hósdag 16. januar
RagnarRokk: Alife Glass um Torus
185757
Hósdag 16. januar
RagnarRokk: Fred Mika um Earth Lux
185756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Taradrotningin
186418
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Brellbiti
186335
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323