- Tíðindi, mentan og ítróttur
HB ovast á fótbóltstindinum
Pætur Petersen og René Shaki Joensen skutu tvey mál í part í 4-2 sigri hjá HB í oddabrakinum móti B36 í dag.
HB, sum ikki tóktiskt stórvegis darvað av, at Adrian Justinussen ikki var á vøllinum, legði seg sostatt einsamalt á fyrsta pláss í Betrideildini við 15 stigum.
Teir reyðsvørtu fingu eina dreymabyrjan í grannauppgerðini. Bert 10 minuttir vóru spældir, tá Pætur Petersen kundi skjóta bóltin í opið mál.
Lítla løtu seinni var nær við, at HB økti um leiðsluna, men í staðin javnaði B36, tá Alex Mellemgaard umsetti brotsspark til mál.
Málveitsla í seinna hálvleiki
Í seinna hálvleiki byrjaði HB sum eitt óløgi, men tað var B36, sum legði seg framum, tá 56 minuttir vóru spældir. Michal Przybylski varð málskjúttin, tá hann brádliga gjørdist leysur.
Fýra minuttir seinni javnaði HB, tá Heðin Hansen skallaði bóltin innfyri, og Pætur Petersen var fyrstur á. B36 var als ikki við í dystinum hesa løtuna, og tað kostaði aftur lítla løtu seinni, tá René Shaki Joensen skeyt HB framum.
Reytt kort til Alex Mellemgaard
Var uppgávan hjá B36 torfør frammanundan, gjørdist hon verri, tá Alex Mellemgaard varð vístur av vølli. Árstalsfelagið royndi við 10 monnum, og tað var nær við, tá sjey minuttir vóru eftir at spæla. Bólturin fór í málið eftir deyðbólt, men dómarin dømdi fríspark til Teit Matras Gestsson í HB-málinum.
Í staðin økti René Shaki Joensen til 4-2 í evstu løtu og avgjørdi dystin endaliga fyri HB.
Víkingur dragnar og TB fekk síni fyrstu stig
Víkingur hevði stórar trupulleikar av TB í Sarpugerði. Útiliðið hevði bestu møguleikararnar í fyrra hálvleiki, og steðginum var málleyst.
Í seinni hálvleiki batnaði støðan hjá heimaliðnum lítið. Tað var langt millum góðu møguleikarnar, og tá ein kom seint í dystinum, eydnaðist ikki at umseta til mál.
Tríggir dystir eftir
Tríggir dystir eru eftir at spæla í 5. umfari. Klokkan 17.00 er grannauppgerð á Skála, har NSÍ er á vitjan. Klokkan 19.00 tekur AB ímóti KÍ, og í morgin er dystur í Fuglafirði millum ÍF og EB/Streym.
B36 - HB, 2-3
0-1 Pætur Petersen, 10 min.
1-1 Alex Mellemgaard, 18 min. (br.)
2-1 Michal Przybylski, 56 min.
2-2 Pætur Petersen, 61 min.
2-3 Rená Shaki Joensen, 65 min.
2-4 René Shaki Joensen, 90+3 min.
Víkingur - TB, 0-0