Lógaruppskot verður broytt til áheitan á løgtingið

Lógaruppskot verður broytt til áheitan á løgtingið
Samgongan í Rættarnevndini tekur tó ikki undir við uppskotinum, tí landsstýrið ætlar at strika 70 ára aldursmarkið
Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava broytt uppskotið um ikki at loyva mismuni á arbeiðsmarknaðinum vegna aldur
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.05.2020 - 09:16

Uppskotið til samtyktar um ikki at loyva mismuni á arbeiðsmarknaðinum vegna aldur er nú broytt til at verða ein áheitan á løgtingið um at biðja landsstýrið koma við lógaruppskoti, sum bannar mismuni og tryggjar javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum.

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, sum eiga uppskotið, hava sjálvi broytt tað, so tað verður meira umfatandi.

Uppskotið verður broytt í einum broytingaruppskoti hjá minnilutanum í Rættarnevndini hjá løgtinginum.

Strika 70 ára markið

Meirilutin í nevndini, umboðini hjá samgonguni, tekur ikki undir við uppskotinum um mismunin vegna aldur, tí landsstýrið ætlar at strika 70 ára aldursmarkið á almenna arbeiðsmarknaðinum.     

Og í samgonguskjalinum stendur, at aldurin eigur ikki at vera avgerandi fyri, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum. Tænastumannalógin og aðrar forskriftir verða broyttar samsvarandi. 

Meginreglan er, at førleikin og ikki aldurin skal avgera, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
DOKO1423 - teknmálstulkað
188375
Hósdag 27. februar
Morgunkórið
188372
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344