- Tíðindi, mentan og ítróttur
Klakkur fiskar kvotuna á Flemish Cap
Aftur í ár skal frystilínuskipið Klakkur fiska toskin, sum Føroyar hava fingið á Flemish Cap fyri rossamakrel í Suðurkyrrahavinum.
Klakkur skal fiska fyri partafelagið Thor Fisheries, sum eigur toskin, tí Thor hevði rætt til at fiska uppsjóvarfisk í Suðurkyrrahavinum.
Føroyar hava í ár fingið 355 tons av toski á Flemish Cap, sum er í NAFO-økinum.
Toskurin er fyri rossamakrelin, sum Føroyar hava í Suðurkyrrahavinum.
Býtishandil við ES
Føroyar fiska ikki longur í Suðurkyrrahavinum, og tí hava Føroyar fingið tosk á Flemish Cap í einum býtishandli við ES.
NAFO-økið er altjóða sjógvur sunnan fyri Grønland og eystan fyri Kanada.
Í fjør summar brúkti Klakkur tríggjar vikur til at fiska tey 450 tonsini av toski, sum føroyingar tá fingu frá ES á Flemish Kap.