- Tíðindi, mentan og ítróttur
355 tons aftrat á Flemish Cap
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2020-04-29-09h36m07s638.png?itok=kSeWZJzg)
Føroyar hava fingið 355 tons av toski á Flemish Cap, sum er í NAFO-økinum.
Toskurin er fyri rossamakrelin, sum Føroyar hava í Suðurkyrrahavinum.
Føroyar fiska ikki longur í Suðurkyrrahavinum, og tí hava Føroyar fingið tosk á Flemish Cap í einum býtishandli við ES.
Trý loyvi
Føroyingar hava trý loyvi í Suðurkyrrahavinum. Thor í Hósvík eigur tvey teirra, og Ocean Group Faroes í Vági eigur eitt, sum reiðaríið keypti frá Thor.
Tey 335 tonsini verða latin teimum sum felagskvota, sum 31.desember 2017 høvdu loyvi at fiska í altjóða sjógvi í Suðurkyrrahavinum. Og tað eru Thor og Ocean Group Faroes.
NAFO-økið er altjóða sjógvur sunnan fyri Grønland og eystan fyri Kanada.