Horvin seglbátur funnin í øllum góðum

Horvin seglbátur funnin í øllum góðum
Shetland Coast Guard fann í nátt ein seglbát við einum føroyingi umborð, sum var á veg úr Noregi til Føroya
Mynd: Hovedredningssentralen  
 
18.05.2020 - 08:07

Shetland Coast Guard fann í nátt seglbátin Camalui, sum var á veg úr Haugesund í Noregi til Hetlands, haðani hann so skuldi til Føroya.

Ein maður, ein føroyingur, er umborð. Bátur og maður vórðu funnir í øllum góðum. Teir eru nú á veg til Hetlands. Camalui skuldi koma til Hetlands fríggjadagin, men kom ikki. Samband fekst ikki við bátin, og í gjár varð farið at leita.

Ringt veður og tung alda millum Noregs og Hetlands gjørdi, at Camalui rak aftur móti Noregi. Camalui er skrásettur í Vejle í Danmark.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. november
Morgunlestur leygardagur 30.november 2024
184109
Fríggjadag 29. november
Vikuskiftið 29 nov 2024
184410
Fríggjadag 29. november
Breddin: Fráflyting og altingsval
184380
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
3-2
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254