- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tríggir tiknir fyri at koyra ávirkaðir
Tveir bilførarar eru tiknir í Havn og ein í Klaksvík. Í tí eina førinum í Havn rendi ein bilførari á fleiri parkeraðar bilar. Blóðroyndir eru tiknar av øllum trimum bilførarunum, og løgreglan bíðar nú eftir svari.
Um midnáttarleitið fóru tveir mans til hendurs á einum skeinkistaði í Havn. Teir eru skuldsettir fyri brot á politiviðtøkurnar og kunnu vænta sær eina bót.
Merkist, at samfelagið er latið uppaftur
Løgreglan hevur eisini tikið ein bilførara fyri at koyra ov skjótt í óbygdum øki á Skálafjørðinum í nátt. Bilførarin kann vænta sær eitt klipp í koyrikortið.
Vakthavandi á politistøðini sigur, at tað merkist, at samfelagið er latið upp aftur. Landsstýrið hevur mælt til, at skeinkistøðini steingja klokkan 22, men tey hava haft longri opið.
Í Klaksvík og í Runavík lótu skeinkistøðini aftur millum klokkan 12 og 1 í nátt. Vakthavandi visti ikki at siga, nær skeinkistøðini í Havn lótu aftur, men tað var í øllum førum eftir klokkan 22.