- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógvur fótbóltur í dag
KÍ vitjar TB við Stórá í dag.
Føroyameistarin tapti fyri viku síðani móti B36, og kann koma undir trýst mestsum frá byrjan, um tað ikki eydnast at fáa trý stig í dag. KÍ hevur ofta havt trupulleikar á Tvøroyri. Í fjør vann TB 1-0 á KÍ við Stórá.
Viðhaldsfólk sleppa aftur til dyst við vøllin, og leikvøllurin við Stórá er býttur upp í fimm øki, har bólkar í ymsum støddum, tó í mesta lagi við 100 fólkum, skulu halda til. Eisini skal tilmælið um ein meturs frástøðu haldast.
Kringvarpið sigur frá dystinum í útvarpinum.
Fult umfar í 1. deild
Næstbesta deildin fer í gongd aftur í dag. 1. umfar varð spælt 7. mars - áðrenn mestsum allur ítrótturin varð steðgaður - og í dag er 2. umfar á skránni.
Dystirnir í dag eru hesir:
Betrideildin:
TB-KÍ (14:00)
1. deild:
AB II - B36 II (13:00)
B68 - NSÍ II (15:00)
Víkingur II - 07 Vestur (15:00)
HB II - B71 (15:00)
KÍ II - FC Hoyvík (17:00)