Landsstýrið ger uppskot um margfeldi

Landsstýrið ger uppskot um margfeldi
Samgonguumboðini í rættarnevndini mæla frá at samtykkja uppskotið hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi
Christian Andeasen er formaður í rættarnevndini
 
12.05.2020 - 10:13

Í næstu tingsetu fer landsstýrið at koma við einari náttúruverndarlóg, siga samgongumenninir í rættarnevndini hjá løgtinginum.

Teir vilja tí ikki, at løgtingið samtykkir uppskotið hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi um margfeldi í náttúruni.

Christian F. Andreasen, Erhard Joensen, Frimodt Rasmussen og Steffan Klein Poulsen siga, at brúk er fyri dagførdari lóg, sum skal verja náttúruna. Og tað hevur skund at fáa eina tílíka lóg, siga teir.

Orða sítt egna uppskot

Men teir halda eisini, at landsstýrið skal hava frið til at orða sítt egna uppskot, sum teir hava fingið at fingið at vita kemur í løgtingið í næstu tingsetu.

Minnilutin í Rættarnevndini, Ingilín D. Strøm, Hervør Pálsdóttir og Sirið Stenberg, siga, at nú er bíðað nóg leingi og mælir til at samtykkja uppskotið um margfeldi í náttúruni.

Og tær hava fingið at vita, siga tær, at bulurin í uppskotinum, sum landsstýrið arbeiðir við, er uppskotið hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi um margfeldi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
DOKO1423 - teknmálstulkað
188375
Hósdag 27. februar
Morgunkórið
188372
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344