- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ávara ímóti at sleppa froskum út
Ávara ímóti at sleppa froskum út
Umhvørvisstovan ávarar ímóti at sleppa froskum og øðrum fremmandum dýrum út í urtagarðar ella náttúruna
07.05.2020 - 11:39
Froskar eru ikki partur av føroysku náttúruni, og tað kann fáa avleiðingar fyri viðbreknu vistskipanina í Føroyum, um froskar vrða sleptir út í urtagarðar, og teir haðani sleppa víðari út í náttúruna.
Og hetta er heldur ikki loyvt, sigur Umhvørvisstovan. Tað er staðfest, at froskar kunnu trívast og nørast í Føroyum, og seinnu árini eru fleiri sløg funnin í náttúruni.
Av tí at eingi rovdýr eru at halda froskum niðri, kann verða skjótt, at talið veksur skjótt. At sleppa frostum út í urtagarðar er sum at spæla við eld í einum hoyggjhúsi, sigur Umhvørvisstovan.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV