Umleið 1.000 fyritøkur hava biðið um lønarískoyti

bannari
Umleið 1.000 fyritøkur hava biðið um lønarískoyti
4.300 fólk er meldað til skipanina, og av teimum eru 2.946 fólk framvegis í skipanini
2.946 fólk eru framvegis í korona-skipanini hjá ALS
 
06.05.2020 - 16:27

Útivið 1.000 fyritøkur hava søkt Arbeiðsloysisskipanina um lønarískoyti til starvsfólkini eftir korona-skipanini, og tá eru umsóknir frá sjálvstøðugum vinnurekandi taldar við.

Talið er neyvt 924, men nakrar umsóknir eru, sum ikki eru viðgjørdar enn.

4.300 fólk er meldað til skipanina, og av teimum eru 2.946 fólk framvegis í skipanini.

Tað upplýsir Arbeiðsloysisskipanin.

Innlit

Kringvarpið søkti um innlit í, hvussu nógvar fyritøkur hava brúkt skipanina, og hvørjar tær eru.Tað fær Kringvarpið ikki innlit í, tí talan er um persónsligar upplýsingar.

Arbeiðsloysisskipanin svarar, at serliga korona-skipanin fevnir um starvsfólk hjá privatum arbeiðsgevarum og starvsfólk hjá partafeløgum og smápartafeløgum, har landið eigur part ella allan partapeningin.

Hendan skipanin fevnir eisini fyri sjálvstøðug vinnurekandi.

Umsókn um lønarískoyti er fyri starvsfólkini. Talan er um eina stuðulsskipan til einstøku starvsfólkini. Arbeiðsgevarin fær ikki beinleiðis stuðul eftir hesi skipanina. 

Stuðulin eftir korona-skipanini hjá ALS er 20.000 kr. um mánaðin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238