Breddin: Meira ferð á samfelagið

Breddin: Meira ferð á samfelagið
Í sendingini verður greinað og kjakast um nýggja stigið at lata samfelagið uppaftur
Frá tíðindafundinum fyrrapartin. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Michael Boolsen, fúti
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.04.2020 - 13:04

Gerandisdagurin hjá fleiri føroyingum fer nú so smátt at líkjast tí, sum hann var, áðrenn korona setti samfelagið niður í ferð.

Løgmaður segði á tíðindafundi fyrrapartin, at nú fer samfelagið at lata meira upp.

Samstundis verður eftirlitið við markinum til Føroya styrkt, tí heilsumyndugleikarnar halda eyga við teimum, ið koma inn í landið.

Men hvat hendir nú, og hvat hevur upplatingin at siga fyri borgarar, vinnuna, stovnar og onnur.

Í Breddanum fara vit at greina og kjakast  stigið, sum nú verður tikið, at lata samfelagið uppaftur.

Breddin í útvarpinum klokkan 17.05

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772