- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin smitta staðfest í tvey samdøgur
Eingin smitta staðfest í tvey samdøgur
Tíggjunda hvørt fólk í Føroyum er nú kannað
09.04.2020 - 09:08
Heldur ikki seinasta samdøgrið vístu kanningar, at nakar í Føroyum hevur fingið korona.
Framvegis eru 184 fólk í Føroyum staðfest at vera smittað. Hetta talið er óbroytt síðani týsdagin.
Nú eru 5.299 kanningar gjørdar. Tíggjunda hvørt fólk í Føroyum er kannað.
Fyrsta kanningin varð gjørd 28.februar, og síðani 3.mars eru kanningar gjørdar hvønn einasta dag.
Tað er ymiskt, hvussu nógvar kanningar eru gjørdar um dagin.
Metið er 339 um dagin
Tann 18.mars vórðu gjørdar 339 kanningar, og tað er met higartil. Hetta seinasta samdøgrið eru gjørdar 146 kanningar.
Fleiri kvinnur enn menn lata seg kanna. Flestar kanningar eru gjørdar í aldursbólkinum 40 til 49 ár, upplýsir landslæknaembætið.
136 fólk eru vorðin frísk, tey vóru 131 í gjár.
Eingin er nú á koronadeildini á Landssjúkrahúsinum.
191 fólk eru í sóttarhaldi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV