- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fá yvirlit: Her eru tilmælini hjá landinum
Fá yvirlit: Her eru tilmælini hjá landinum
Landsstýrið setur spakuliga ferðina uppaftur í Føroyum, og her er yvirlitið yvir stigini, sum Landsstýrið í fyrstu atløgu tekur
Mynd: Tilvildarlig mynd
08.04.2020 - 10:15
Dagstovnaøkið
- Dagstovnaøkið letur upp mánadagin 20. apríl 2020
- Vikan eftir páskir verður brúkt til at fyrireika, hvussu latast kann upp, og hvussu gerandisdagurin skal skipast
- Foreldur, sum vilja hava børn síni heima, hava síni børn heima.
Forskúlar og fólkaskúlar
- Forskúlar og 1. til 3. flokkur hava vanliga skúlagongd frá mánadegnum 20. apríl 2020
- Mælt verður til, at børnini fara í skúla, men talan er um sjálvbodna – og ikki kravda – skúlagongd
- Frítíðarskúlarnir lata eisini upp mánadagin 20. apríl 2020
- Foreldur, sum vilja hava børn síni heima, hava síni børn heima.
- 4. til 10. flokkur hava framhaldandi skúlagongd heima við hús. Hvørki 9. ella 10. flokkur skulu til endaligar próvtøkur í summar
Miðnámsskúlar
- Endaflokkarnir á miðnámsskúlunum fara at hava nakað av undirvísing í skúlanum frá mánadegnum 20. apríl 2020
- Endaliga próvtøkan hjá endaflokkunnum á miðnámsskúlunum verður viðgjørd nærri og tillaga umstøðunum.
- Hinir miðnámsflokkarnir fáa framhaldandi fjarundirvísing.
- Yrkisútbúgvingarnar á Tekniska skúla í Klaksvík og á Glasi hava vanliga skúlagongd frá mánadegnum 20. apríl 2020
- Frisørar o.a. skulu tó ikki møta í skúla enn
Sjúkrahúsverk
- Verandi tiltøk, ið eru sett í verk fyri at tálma smittuspjaðing, halda fram restina av aprílmánaði
- Fyri sjúklingar merkir tað, at ikki bráðfeingis viðgerðir og kanningar kunnu framhaldandi verða útsettar
- Deildirnar eru farnar at fyrireika, hvussu ferð so smátt kann setast aftur virksemið, so fleiri fólk fáa viðgerðir
Almannaøkið
- Almannaverkið hevur gjørt ein útgreinaða virkisætlan fyri, hvussu tilboðini kunnu lata uppaftur.
- Almannaverkið varar av nøkrum av okkara allar veikastu borgarum. Tað er tískil týdningarmikið, at tænasturnar lata stigvíst upp havandi í huga minst møguligan smittuvanda, og tilmælini frá myndugleikunum verða fylgd.
Ítróttur
- Ítróttakappingar kunnu byrja aftur leygardagin 9. mai undir skipaðum umstøðum.
- Mælt verður til, at bæði vetrarítróttur, ið er innandura, og summarítróttur, ið er uttandura, verða í fyrstu atløgu spæld uttan áskoðarar
Starvsfólk hjá tí almenna
- Tað almenna skal virka so ótarnað sum tilber. Tað inniber, at tænasturnar til borgarar og fyritøkur skulu veitast sum vant. Samstundis skal hædd takast fyri tilmælunum um smittuforðing. Í tráð við smittuna
- Í tann mun tað ber til, skulu starvsfólk hjá tí almenna, sum kunnu arbeiða heima, framhaldandi gera tað.
Virksemið hjá tí privata
- Almennu tilmælini um frástøðu og reinføri skulu framhaldandi verða fylgd.
Almenna samferðslan
- Oyggjaleiðirnar fara framvegis at hava eitt sindur avmarkaða sigling. Ferðafólkatalið verður framvegis avmarkað.
- Bygdaleiðir koyra framvegis við skerdari ferðaætlan og eftir tilkallingarskipan.
Trúarlív
- Mælt verður til, at kirkjur og samkomur framhaldandi skipa seg soleiðis, at hetta verður uttan, at fólk koma saman í kirkju og samkomu
Skeinkistøð, dansistøð og matstovur
- Mælt verður framvegis til, at øll skeinkistøð, dansistøð og matstovur lata aftur klokkan 22.
Ferðing
- Øll ferðing til og úr Føroyum verður framvegis avmarkað.
Nýggj koronaráðgeving
- Ein nýggj koronaráðgeving við fleiri fakfólkum er sett á stovn. Koronaráðgevingin fer at ráðgeva almennum stovnum, fyritøkum, felagsskapum o.ø., hvussu arbeiðið kann skipast á bestan hátt í mun til smittuspjaðing.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV