- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hálv triðja millión til korona-gransking
Granskingarráðið bjóðar granskarum í Føroyum at søkja stuðul til verkætlanir, sum kunnu setast í gongd alt fyri eitt, og vitan frá teimum skal vera atkomilig og skal kunna nýtast í líknandi støðum í framtíðini.
Talan kann vera um stuðul til at savna og skráseta dátur og til at skipa granskingarverkætlanir og til granskingarverkætlanir. Umsóknir verða viðgjørdar so hvørt tær koma.
Onkur longu fingið pening
Granskingarráðið hevur longu givið Fakfelagssamstarvinum slakar 320.000 krónur úr Sjúkrakassagrunnninum.
Pengarnir skulu brúkast til eina kanningarverkætlan, sum eitur “Sálarheilsan hjá føroyskum løntakarum undir COVID-19 átøkunum”.
Fakfelagssamstarvið stendur fyri verkætlanini, sum Annika Helgadóttir Davidsen ph.d. og granskari á Deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu skal leiða.