- Tíðindi, mentan og ítróttur
Amerikanarar stuðla føroyskari gransking
Amerikanarar stuðla føroyskari gransking
Ein granskingarmiðdepil í USA letur 4,5 milliónir, ið skal lýsa, hvussu immunverjan hjá nýføðingum í Føroyum virkar
08.04.2020 - 08:27
Amerikanarar stuðla gransking í Føroyum við nøkrum milliónum krónum. National Institute of Health í USA hevur latið Deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu 4,5 milliónir krónur til gransking.
Granskingin skal lýsa, hvussu immunverjan hjá nýføddum børnum í Føroyum virkar. Danska Umhvørvisstýrið hevur eisini latið pengar, 1,8 milliónir krónur.
Granskingin varar fýra ár. Deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu ger hana saman við Ljósmøðratænastuni og Barnadeildini á Landssjúkrahúsinum.
Børn verða kannað, tá tey eru tvær vikur gomul, tríggjar mánaðir og 12 mánaðir. Tað tykist sum, at dálkandi evni, sum verða kallað fluorevni, ávirka immunverjuna.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV