- Tíðindi, mentan og ítróttur
Peningurin játtaður
Peningurin játtaður
Fíggjarnevndin hjá løgtinginum er samd um at lata Heilsumálaráðnum 2,3 milliónir krónur til kravt sóttarhald

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
17.03.2020 - 15:13
Talan er um nýggja høvuðskontu í fíggjarlógini, sum eitur epidemitilbúgving. Tað navnið hóvar ikki rættiliga Fíggjarnevndini.
Fíggjarnevndin biður landsstýrið finna eitt føroyskt navn. Fíggjarnevndarskjal viðgjørdi fíggjarnevndarskjalið fyrrapartin
Heilsumálaráðið heldur, at leysliga mett er brúk fyri 2,3 milliónir krónur nú til fólk, sum eru í kravdum sóttarhaldi á Hotel Vágum og í íbúðum.
Talan er um 1,7 milliónir til gisting og vistarhald og 600.000 krónur til fyriskipan, serfrøði, serligan flutning og annað.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV