- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stór óvissa um EM
Í morgin skulu Christian Andreasen og hinir forsetarnir í evropeisku fórbóltssambondunum á kreppufund. Tað er evropeiska fótbóltssamgongan UEFA, sum hevur kallað limalondini til videofund, har stóru spurningarnir um, hvussu støðan við Covid-19 ávirkar stóru kappingarnar, skulu viðgerast.
Eftir ætlan skal EM endaspælið avgreiðast í 12 evropeiskum býum frá 12. juni til 12. juli. Italska fótbóltssambandið hevur longu heitt á UEFA at útseta endaspælið, og í kvøld skrivar danska BT, at UEFA hevur avbestilt øll hotellkømurini, sum annars vóru bíløgd í samband við dystirnar, sum eftir skránni skulu spælast í Keypmannahavn. Sostatt er nógv, sum bendir á, at teir dystirnir ikki verða spældir í danska høvuðsstaðnum sum ætlað.
Hóskvøldið segði Christian Andreasen, FSF forseti við Dag og viku, at hann eisini væntar, at EM verður útsett, og at hetta kann fáa fíggjarligar avleiðingar fyri føroyskan fótbólt.
Fundurin millum UEFA og umboðini fyri limalondini verður sum nevnt í morgin, týsdagin 17. mars.